

P/F Fiskaaling er einasta felag av sínum slagi í Føroyum, sum burturav arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna. Samstundis leggja vit okkum eftir at veita alivinnuni rogn og yngul av bestu góðsku í tøttum sambandi við fremstu kynbótafeløg í heiminum, umframt at vit veita alivinnuni ymiskar tænastur.
Felagið leggur stóran dent á gransking og royndir innan fiska- og djórasløg, ið eru og/ella kunnu gerast vinnuliga áhugaverd fyri okkum.
Okkara visión er at skapa eitt altjóða granskingar-umhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli at økja enn meira um dygdina í alingini.