31. januar 2018
Lívrunnið tilfar kann vera til ampa fyri djóralív í firðum
UMHVŘRVI: Gróđurin í sjónum er fřđigrundarlagiđ fyri djóralíviđ í havinum, men inni á firđum kann ov nógvur gróđur vera til ampa fyri djóralíviđ. Saman viđ řđrum granskarum hava tveir granskarar á Fiskaaling giviđ út vísindagrein, iđ viđger úrslitini av eini Phd-verkćtlan, sum stađfestir, hvat hendir viđ lívrunna tilfarinum, iđ verđur framleitt í gróđrinum í einum av okkara gáttarfirđum. Í hesum fřri Kaldbaksfirđi.

Úrslitini av kanningunum vísa, at ein stórur partur av lívrunna tilfarinum frá gróđurinum sřkkur niđur á botn. Tilfariđ verđur tó ikki bara liggjandi, tí veđur og vindur gera, at ein stórur partur verđur lyftur upp aftur í sjógvin og endar síđani á djúpasta partinum av fjřrđinum. Bakteriur á botni taka upp ilt úr sjónum fyri at niđurbróta lívrunniđ tilfar. Tess meira av lívrunnum tilfari niđri á botni, tess střrri gerst iltnýtlslan. Sostatt verđur iltnýtslan hćgri í tí djúpasta partinum á firđunum.  

Serliga er hetta óheppiđ á gáttarfirđunum – eitt nú Kaldbaks-, Skála-, Kolla-, Sřrvágs, Trongisvágs- og Vágsfirđi – tí fleiri av gáttarfirđunum hava avlćst botnlag um summariđ. Nýtslan av ilt á botni ger, at iltnřgdin í sjónum minkar og kann gerast so lág, at alt djóralív doyr, har slík viđurskifti gera seg galdandi.

Hetta er ein av niđurstřđunum í vísindaligari grein hjá fýra granskarum, sum er útgivin í januar útgávuni av Journal of Marine Research. 

Talan er granskararnar, Gunnvřr á Norđi og Knud Simonensen frá Fiskaaling, sum hava gjřrt kanningina saman viđ Eilif Gaard, granskara og stjóra á Havstovuni, og Ronnie N. Glud, professara á Syddansk Universitetscenter, SDU.

Kanningarnar, sum greinin byggir á, vórđu gjřrdar í samband viđ PhD-verkćtlanina, "Impact of organic enrichment on the microbial biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords”, sum endađi í 2011. PhD-verkćtlanin er fíggjađ av Statoil Faroes, Cheveron Fřroyar, Geysir Petrolium og Granskingarráđnum. 
Arbeiđiđ viđ at fáa sýnir til vega er gjřrt í góđum samstarvi viđ P/F Týggjará, sum tá átti alibrúkiđ, iđ lá á Kaldbaksfirđi.

Greini kann lesast á hesi slóđini:
http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0924796316302858