Deildir

Fiskaaling við Áir er høvuðssætið hjá felagnum. Her húsast granskarar og kanningarfólk umframt fyrisiting og leiðsla. Á leið 20 starvsfólk eru staðsett við Áir. Síðani eru eisini 3 fólk tilknýtt Búnaðarstovuna í Kollfjarðardali, har tey fáast við ymiska útgerð, umvælingar og viðlíkahald.

Á Biotøkni eru 4 fólk, sum í høvuðsheitum arbeiða við gransking og tænastum. Deildin er staðsett í iNOVA, har sera framkomin tól verða nýtt í granskingararbeiðinum.

Á Fiskaheilsu eru 7 starvsfólk, ið gera regluligar kanningar av ymiskum slagi umframt gransking, ráðgeving og undirvísing.

Á Sjódeplinum í Nesvík verður serliga arbeitt við royndaraling av rognkelsum. Her eru 5 starvsfólk.

Á Tøkni- og umhvørvi eru 14 starvsfólk, ið eru knýtt til gransking innan tøkni og umhvørvi í sambandi við aling.

Umleið 3 starvsfólk eru knýtt at bátinum VN 182 Andrias Reinert, sum verður brúktur at gera ymiskt granskingararbeiði, so sum aldu- og streymmátingar. Andrias Reinert hevur heimstað í Hvalvík.