Øll kunnu vera við at gera týdningarmiklar kanningar, so sum at senda inn roðslu ella heilan kúlulaks til Fiskaaling.

Granskingarverkætlanir

Útbreiðsla og sjúka hjá kúlulaksi

Tað kemur fyri, at frítíðarfiskarar fáa kúlulaks (pukkellaks) á húkin, men eingin vitan er um í hvussu stóran mun, hetta laksaslagið er til staðar í føroyskum firðum og áum. Heldur ikki um hesin laksurin møguliga er farin at gýta her, um hann ber sjúkur við sær, eins og eingin vitan er um ferðingarmynstrið hjá kúlulaksinum. Kanningin skal skráseta talið av fiskaðum kúlulaksum, kanna hann fyri sjúkur, og somuleiðis staðfesta, um kúlulaksurin er farin at gýta í Føroyum, ella ikki.

Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma. Í miðal vigar hann 2,2 kilo, men størsti skrásetti fiskurin vigaði 6,8 kilo.

Tað ber ikki til hjá Fiskaaling at fremja hesa verkætlanina einsamalla. Tí heita vit á øll, ið fáa kúlulaks, at lata hann til Fiskaaling. Øll, sum lata kúlulaks inn til verkætlanina, fáa fíggjarliga samsýning afturfyri. Tað er av alstórum týdningi, at fiskurin er so heilur og feskur sum gjørligt. Tað vil siga hvørki kruvdur ella frystur. Í hesum sambandi kann ringjast til avvarðandi á Fiskaaling á telefon 774703.

Les meira um verkætlanina.

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

 

Trivnaður hjá sjósílum

Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá vaksnum sjósílum, bæði innan ár og millum ár.

Umframt at vit savna inn sjósíl, so vóna vit at fáa hjálp frá sílaveiðifólki. Um hetta hevur tín áhuga ber til at skriva navn og bústað til okkara á fiskur@fiskaaling.fo, og so senda vit brævbjálvar til innsavnan av roðslu til tykkara. 

Eina ferð um árið verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar um 10.000 skattafríar krónur.

Les vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvanum her.

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

 

Ferðaatburður hjá sjósílasmolti

Eins og við vaksnu sjósílunum, er vitanin viðvíkjandi sjósílasmolt eisini sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit nær, ið sjósílasmoltið leitar sær á sjógv á fyrsta sinni, bæði v.v. nær á árinum, undir hvørjum umstøðum, og hvussu stórt smoltið er tá.

Hetta verður m.a. gjørt við at ein fella fer at standa og savna inn smolt undir niðaru brúnni, ið gongur tvørtur um Sandá (Tórshavn/Argir). Fellan stendur uppi í tíðarskeiðinum frá mars til juli hvørt ár, so leingi verkætlanin er í gongd.

Hendan vitanin fer at gera tað møguligt hjá alivinnuni at taka serlig atlit til sjósílastovnin í tíðarskeiðinum, tá sjósíl verða mett at vera mest útsett.

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina