Alitíðindi komin (1)

Nýggj útgáva av Alitíðindi er útkomin. Í blaðnum eru tríggjar greinar um gransking, og talvur við framleiðsluhagtølum frá alingini. Kirstin Eliasen skrivar um verkætlan við rognkelsum sum liður í lúsastríðnum hjá føroysku alivinnuni. Signar P. Dam skrivar um máting av streymi í aldum. Gunnvør á Norði skrivar grein um lúsagransking í Sundalagnum, sum hevur vakt ans uttan fyri landoddarnar. Eisini hevur Rúni Dam gjørt yvirlit yvir framleiðsluhagtøl í alivinnuni. Alitiðindi sæst við at trýsta her