Almenn framløga av Ph.D.-ritgerð

Petra Petersen, lívfrøðingur,  vardi  ph.D.-ritgerð sína "An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.)” við University of Stirling í Skotlandi mikudagin 28/1- 2015. Í hesum sambandi verður almenn móttøka á  Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali fríggjadagin  6/2-2015 kl 15:00, har Petra fer at greiða frá um verkætlanina.   Aftan á verður ábit. Øll eru vælkomin. Samandráttur av Ph.D.-verkætlanini: Høvuðsendamálið var at kanna møguligar arvaligar munir millum landgruns- og bankatosk. Hesir báðir fiskastovnarnir eru minkaðir munandi seinastu árini og spurningurin um  møguligan arvaligan mun er av stórum týdningi fyri stovnsrøkt yvirhøvur. Harafturat vóru fyri  nøkrum árum síðani gjørdar royndir við at ala tosk í Føroyum, har bankatoskur varð aldur í náttúrliga umhvørvinum hjá landgrunstoskinum. Blanding millum stovnar er ikki ynskilig. Sannlíkindi fyri, at toskur rýmir úr alinótum, bæði sum vaksin fiskur, men eisini sum rogn, er avgjørt til staðar. Tískil er tað av stórum týdningi at fáa staðfest, um tað er munur millum stovnarnar. Ymisk sløg av DNA kanningum vórðu nýttar til endamálið. Eisini varð kannað, um munur var á nøringsstrategiunum hjá landgruns- og bankatoski – og um  hetta mundi vera arvaligt. Aftaná verkætlanarbyrjan steðgaði aling av toska í Føroyum. Orsøkirnar eru fleiri, men yvirhøvur er høgt felli av larvum og yngli ein stór avbjóðing fyri at fáa toskaaling at bera seg. Tí var felli, og møguligar orsøkir til tess, kannaðar fyri familjur av aldum bankatoski. Tøl frá yvirlitstrolingum hjá Havstovuni saman við úrslitum frá aliroyndum vístu týðandi mun í nøringsstrategium millum stovarnar. Bankatoskurin hevur eina meira  "sjálvsøkna” gýtistrategi, har íkastið til komandi ættarlið (tal av rognum) er maksimerað við at minka um yvirlivilsismøguleikarnar hjá hvørjum einstakum avkomi (smærri rogn og larvur). Ein hypotesa varð sett fram um, at hendan meira "sjálvsøkna” strategi á bankanum er ment orsakað  av einum meira óvardum umhvørvi fyri toskayngul her enn á landgrunninum. Gýtiroyndir við bankatoski vístu stóran mun á yvirliving millum familjur. Støddin á rognakornunum var  ein brúkilig ábending fyri, hvussu nógv fóru at yvirliva sum rogn, men ikki fyri undankomu av yngli. Ein avleiðing av hesum er, at man í aling av toski, og helst eisini øðrum marinum fiskasløgum, ikki kann rokna við einari breiðari familjuumboðan í ynglinum, hóast tað er staðfest ein breið familjuumboðan í rognum / larvum. Tað er tískil skilagott at innføra ílegukanningar nakrar  mánaðir aftaná gýting fyri at staðfesta, hvussu nógvar familjur veruliga verða umboðaðar í næsta  ættarliði. Kanningar av mikrosatellittum (eitt ávíst slag av DNA markørum) vístu ein hagfrøðiliga týðandi mun millum landgruns- og bankatosk. Tó var hesin fleiri ferðir minni enn munurin, ið varð funnin millum føroyskan og norskan tosk. Hóast føroysku stovnarnir eru minkaðir ógvusliga síðstu nógvu árini, vóru ongar ábendingar um miss av ílegufjølbroytni, sum var á sama støði sum tað í norska toskinum. Tað skal tó  sigast, at tílík skaðilig árin ikki altíð koma til sjóndar fyrrenn aftaná ein tíð er liðin. Báðir stovnarnir eru í løtuni søguliga lágir, og dáturnar í hesari verkætlanini eru  frá árunum 2008 – 2010. Tískil hevði tað verið sera áhugavert at gjørt nýggjar metingar og samanborið við fyriliggjandi úrslit. Aðrar kanningar av proteinum hava bent á, at tað møguliga kundi verið ein munur millum  landgruns- og bankatosk í hemoglobin og transferrin ílegunum. Í hesari verkætlanini vórðu SNP  markørar í  hesum báðum ílegunum kannaðar, men her vóru ongar ábendingar um mun millum stovnarnar báðar. Við at nýta ein lutfalsligan nýggjan DNA-kanningarhátt, sum lesur petti av arvastreinginum, javnt býtt yvir allan arvastreingin, vórðu 3533 nýggir ílegumarkørar (SNP  markørar) funnir. Einans ein lítil partur av hesum (58) vístu týðandi mun millum landgruns- og  bankatosk, men eingin einkultur markørur kundi einsamallur siga, hvørt fiskurin var  landgruns- ella bankatoskur. Teir 8 markørarnir, sum vístu stórstan mun, vóru kannaðir við einari bíligari og skjótari mannagongd í størri sýnum,  sum eisini umfataðu norskan tosk og tosk úr Hvítahavinum. Fimm av markørunum staðfestu ein týðandi mun millum landgruns- og bankatosk og kundu nýtast til at vísa á upprunan (landgrunnin ella bankan) fyri sýni av antin landgruns- og / ella bankatoski. Samumtikið vísa úrslitini, at  landgruns- og bankatoskur eru tveir arvaliga (genetiskt) ymiskir stovnar. Harumframt er týdningarmikil vitan fingin til vega um bæði lívfrøði og arv í føroyska toskinum. Nýggju SNP markørarnir kunnu vísa seg at vera ógvuliga hentir í framtíðini, um verandi gongd á fleiri marknaðum, m.a. í EU, heldur fram, har krøv verða sett til sporføri av fiskavørum.