Aqua Nor alisølustevna

Umboð frá P/F Fiskaaling á Aqua Nor alisølustevnu í Trondheimi Frá 16. til 19. august 2011 var alisølustevna hildin í Trondheimi í Noregi. Hetta var 17. sølustevnan í røðini. Fyrsta alisølustevnan varð hildin í 1979 og hevur hendan verði hildin í Trondheimi annað hvørt ár síðani. Frá at hava verið ein lítil sølustevna í byrjanini, er stevnan nú vaksin til eina risastóra sølustevnu, sum av alarum kring allan heimin verður mett at vera týdningamesta vindeyga fyri vinnuna. Hin 16. august varð Aqua Nor sett av kong Harald og bara tað at fáa kongin at seta eina slíka sølustevnu, sigur nakað um týdningin sum norðmenn leggja í stevnuna. Meðan Aqua Nor var opið frá 16 til 19. august vóru hildnar fleiri smáar ráðstevnir. Millum annað ráðstevnan: International Aquaculture Biosecurity Conferense (IABC) sum byrjaði áðrenn sølustevnan opnaði og vardi til 17. august. IABC ráðstevnan var til fakfólk sum arbeiddu innan umsiting, ídnaðin og granskingina av fiskaheilsu og sjúku. Føroyingar vóru væl umboðaðir á Aqua Nor. Okkurt um 100 luttakarar vóru úr Føroyum. Nakrir útstillarar vóru saman við øðrum fyritøkum. Flestu nýttu høvi at hitta fyritøkur og kundar. Fiskaaling nýtti høvi til at bjóða alarunum til fundar saman við okkara samarbeiðs parti SalmoBreed. Hesir fundir vóru fingnir í lag fyri at tosa um úrvali til næsta árgang av lívfiski, hvørs rogn verða send okkum í desember 2011.