Av Fiskaaling í Nesvatn

Fiskur frá Fiskaaling er settur í Nesvatn úti á Eystnesi. Fiskurin er settur út til frítíðarfiskarar at fiska Nesvatn á Eystnesi er vorðið ferðfólkamál, har fólk kunnu keypa sær ein túr við tráðu. Tað er Dia Johannesen á Nesi, sum seinastu tíggju árini hevur sett fisk út í vatnið, sum frítíðarfiskarar síðan gjalda ein upphædd fyri at sleppa at fiska. Herfyri vórðu 60 laksar frá Fiskaaling sleptir í Nesvatn, og í næstu viku fer at bera til at keypa sær fiskitíð á vatninum, sigur Dia Johannesen. Fyrstu tíðina, hendan "Put & Take” skipanin varð roynd, vóru tað ælabogasíl, sum vórðu sett út.  Men seinastu fýra árini hevur tað verið laksur, sigur hann. Laksurin, sum er settur út nú, er partur av fiskinum frá lívfiskastøðini hjá Fiskaaling. Talan er um geldfisk, sum annars skuldi verið dripin og koyrdur burtur, men sum nú gerst partur av ferðavinnuinntøku í Eysturoy.