Bachelor ritgerð um krækling

Esbern Patursson og Finngerð Joensen hava gjørt Bachelor ritgerð um møguleikan at ala krækling. Í summar blivu Esbern Patursson og Finngerð Joensen Bachelorar. Ritgerðin var ein lýsing av lívfrøðini hjá kræklingum og møguleikanum fyri at ala krækling í Føroyum. Verkætlanin bleiv gjørd í samstarvi við Fiskaaling, sum stuðlaði við ílegukanningum og Øystein Patursson var eksternur vegleiðari. Meira fæst at vita um verkætlanina á heimasíðuni hjá Náttúruvísindadeildini og ritgerðin kann eisini heintast har.