Bjartur Jacobsen er kemiverkfrøðingur (MSc)

Bjartur Jacobsen kannar viðurskifti fyri burðardygga aling

Fiskaaling hevur í sambandi við SureAqua verkætlanina fingið heim Bjartur Jacobsen, sum hevur lisið kemiverkfrøði í Danmark og Kina. Hann hevur sergrein í burðardyggari framleiðslu og gagnnýting av lívrunnum tilfari. Bjartur gjørdi vart við seg á Jobmatch 2018, har hann kannaði møguleikarnar at arbeiða sum verkfrøðingur í Føroyum.

Hjá Fiskaaling arbeiðir Bjartur við at kanna viðurskiftini fyri meiri burðardyggari aling í Sørvágsfirði. Í seinastuni hevur verið økt fokus á dálking í samband við alivinnuna í Føroyum, og tí vilja vit vita í tølum, hvussu nógv ein aliringur letur út av tøðsøltum og skarni. Hartil hyggja vit eftir møguleikanum at nýta IMTA (Integrated Multi-Tropic Aquaculture) í Sørvágsfirði.

Bjartur Jacobsen arbeiðir fyrst og fremst við conceptuelt at granska útleiðingina og IMTA, har hann brúkar matimatisk modellir. Síðani fer Fiskaaling seinni í summar at gera ítøkiligar kanningar í fjørðinum fyri at eftirkanna úrslitini og staðfesta møguleikan fyri IMTA. P/F Luna hevur laksaaling á fjørðinum og ger eisini royndir við kræklingi og tara til tess at tálma smittu við lús. Sostatt kunnu øll liðini í IMTA-skipanini kannast.

Kanningin verður gjørd saman við alivirkinum Luna, sum ynskir meiri burðardygga aling í Føroyum.

SureAqua verkætlanin

Fiskaaling er partur av SureAqua verkætlanini ímillum Norðurlond, har granskað verður í eini meiri burðardyggari havvinnu - tí sokallaðu blue bioeconomy. Hesin búðskapur byggur á varandi tilfeingi úr havinum, so sum tara og fisk, til at framleiða allar tær vørur, vit tørva í einum nútíðarsamfelagi. Eitt nú kann tarin niðurbrótast til sukurevni, sum kunnu umgerðast til brennievni, føðsluevnir til ískot og djórafóður, og fibrar, sum kunnu búkast til bioplastik.

SureAqua verkætlanin miðjar ímóti at skapa vitanargrundarlag og tøknir at stuðla undir hendan búðskap.

IMTA snýr seg um at gagnnýta tey tøðsølt og skarn, ið verða útleidd frá aliringunum, til millum annað at vaksa tara og krækling - og tískil minka um dálkingina í havið. Samstundis veksa tarin og kræklingurin skjótari, og kunnu soleiðis nýtast í blue bioeconomy.

Bjartur verður eftir ætlan á Fiskaaling inntil juni, 2019. 

Les meira um SureAqua