Elin D. Samuelsen vart Ph.D.-ritgerð

Fríggjadagin 9. desembur vardi Elin Djurhuus Samuelsen, sum fyri kortum varð sett í starv á Fiskaaling, Ph.D.- ritgerð sína við heitinum "Bioaugmentation of flow-through sand filters – A study of cell surface properties, adhesion and catabolic gene expression dynamics during phenoxy acid herbicide degradation” á  Københavns Universitet. Elin hevur arbeitt við verkætlanini á GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland) og verið innskrivað á Københavns Universitet.  Í verkætlanini eru evnini hjá ymsum bakterium at niðurbróta ávís dálkingarevni í grundvatninum kannað. Vanliga verða bakteriur nýttar í biofiltrum til at reinsa ymisk evnir úr vatninum, men tað er torført at finna bakteriur, sum eru  vælegnaðar til langtíðar brúk. Í hesum arbeiðinum hevur ta hepnast at eyðmerkja eina bakteriu við góðum evnum at niðurbróta ávís dálkingarevni, serliga í sandfiltrum. Harumframt varð eisini ein ílegu eyðmerkt, ið kann nýtast sum markørur fyri støði av niðurbrótingarvirkni hjá hesum bakterium. Royndirnar og kunnleikin,  Elin hevur ognað sær við hesari Ph.D. verkætlanini, eru sera viðkomandi fyri Fiskaaling og føroysku alivinnuna, sum økir um alingina á landi í stórum. Henda útbygging setir stór krøv til reinsianleggini og vitanina til at brúka biofiltrini, sum har eru.  Fiskaaling fegnast um at kunna bjóða vitan og samstarv fram á hesum øki. Vit á Fiskaaling ynskja Elini hjartaliga til lukku við Ph.D. heitinum.