Fiskaaling søkir eftir lúsateljara

Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst at luttaka í toyminum av kanningarfólki, ið dagliga ferðast kring landið og kanna støðuna viðvíkjandi lús og táknubroytingum á laksi. Kannað verður á skipaðan hátt sambært mannagongd, og úrslitini verða fráboðað vinnuni so hvørt. Kanningarnar eru m.a. liður í breiða stríðnum móti lús. Lúsin er ein avbjóðing í vinnuni, og vitan um gongdina er ein fortreyt fyri átakinum at temja hesa náttúruavbjóðing. Aðrar uppgávur eru: •    Luttøka í fiskarøkt og rognaframleiðslu. •    Luttøka í granskingar- og menningararbeiði felagsins. Førleikar: •    Tú ert tænastusinnað/ur og hevur hug at arbeiða við fólki. •    Hevur praktiskt skil og dugir at leggja til rættis. •    Hevur áhuga at savna inn dáta og vitan. •    Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd. Tú verður løntur eftir avtalu, og sveiggj kunnu vera í arbeiðstíðunum . Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at finna á heimasíðu okkara www.fiskaaling.fo. Umsóknir skulu sendast til heinih@fiskaaling.fo, og vera Fiskaaling í hendi týsdagin,  20. september 2016. Spurningar um starvið kunnu setast Heina Hátún, tænastuleiðara, á tel. 774777, mail heinih@fiskaaling.fo. ella til høvuðsskrivstovuna á 474747 Fiskaaling er alment partafelag við fremsta endamáli at virka fyri burðardyggari menning av føroysku alivinnuni. Virksemi felagsins er fjøltáttað. Vit framleiða rogn til vinnuna, fremja vinnuvenda gransking og veita vinnuni tænastur. Nærri lýsing av starvinum fæst við at trýsta her Umsóknarblað fæst við at trýsta her