Bjartur Jacobsen greiðir frá granskingarverkætlanini SureAqua, har Fiskaaling luttekur saman við øðrum Norðurlondum.

Fiskaaling á Atlantic Fair: Altjóða samstarv gevur úrslit

Granskingarstuðul: Á sølustevnuni Atlantic Fair 2019 í Klaksvík vóru upplýsandi fyrilestrar um stuðulsmøguleikar til eitt nú altjóða granskingarsamstarv. Her greiddi m.a. Bjartur Jacobsen frá verkætlanini SureAqua, sum Fiskaaling er partur av.

Jákup Sørensen frá Norrønum Atlantssamstarvi (NORA) greiddi frá, hvussu stovnurin letur stuðul til virkisáhugaðar persónar ella fyritøkur í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og stranda-Noregi. Endamálið er at menna hugskot og førleikar saman við øðrum pørtum í grannalondunum, sum arbeiða við líknandi avbjóðingum.

Maria Húsgarð frá Granskingarráðnum greiddi meira alment frá møguleikunum at luttaka í Horizon 2020 og NordForsk. Hon legði dent á, at luttøka í slíkum stuðulsskipanum gevur annað og meira enn bert pengar, men eisini møguleika at arbeiða saman við altjóða serfrøðini. Hetta er við til at menna føroyskar førleikar og at styrkja føroyskar stovnar og fyritøkur, ið luttaka í hesum netverkinum.

Bjartur Jacobsen, sum hevur lisið kemiverkfrøði, hevur sergrein í burðardyggari framleiðslu og gagnnýting av lívrunnum tilfari. Hjá Fiskaaling arbeiðir Bjartur við at kanna viðurskiftini fyri meiri burðardyggari aling í Sørvágsfirði. Hetta er partur av SureAqua verkætlanini ímillum Norðurlond, har granskað verður í eini meiri burðardyggari havvinnu - tí sokallaðu blue bioeconomy. Hesin búðskapur byggur á varandi tilfeingi úr havinum, so sum tara og fisk, til at framleiða allar tær vørur, vit tørva í einum nútíðarsamfelagi. Eitt nú kann tarin niðurbrótast til sukurevni, sum kunnu umgerast til brennievni, føðsluevnir til ískot og djórafóður, og fibrar, sum kunnu búkast til bioplastik.

SureAqua verkætlanin miðjar ímóti at skapa vitanargrundarlag og tøknir at stuðla undir hendan búskap.

IMTA (Integrated Multi-Tropic Aquaculture) snýr seg um at gagnnýta tey tøðsølt og skarn, ið verða útleidd frá aliringunum, til millum annað at vaksa tara og krækling - og tískil minka um dálkingina í havið. Samstundis veksa tarin og kræklingurin skjótari, og kunnu soleiðis nýtast í blue bioeconomy.

Tað er so tann ítøkiligi granskingarstuðulin frá NordForsk, sum ger, at tað ber til hjá norðurlendsku stovnum og virkjum at samstarva um hesa stóru verkætlanina, har eisini føroyska alifyritøkan Luna er ein týdningarmikil luttakari. 

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, tók saman um og segði frá, hvussu altjóða samstarv hevur týdning fyri virksemið á Havstovuni. Granskingarverkætlanirnar geva í veruleikanum neyðugu fíggjarligu styrkina at fáa fleiri fólk í starv um uppgávur, sum eisini kasta av sær fakligar førleikar og menning, sum stovnurin kann njóta gott av. Útvið ein triðingur av fíggjarliga grundarlagnum hjá Havstovuni er soleiðis ekstern fígging.

Stjórin á Havstovuni segði granskingarsamstarvið vera eitt gott dømi um, hvussu eitt pluss eitt kann geva meiri enn tvey.

Fiskaaling arbeiðir eisini støðugt við at menna altjóða luttøku í ymiskum verkætlanum. SureAqua er dømi um slíkt samstarv. Her ber eisini til at lesa meira um  SureAqua.