Fiskaaling á árligu vísindaráðstevnuni hjá ICES

Í døgunum 15-19. septembur var árliga stóra vísindaráðstevnan hjá ICES í spanska býnum La Coruna, og fyri fyrstu ferð í langa tíð var ein blokkur við framløgum um aling á skránn. Umboð frá Fiskaaling hevði framløgu um, hvussu vit skipa alingina í Føroyum. Fyrilestrarnir í hesum blokkinum vóru allir  um, hvussu roynt verður at skipa alivirksemið ymsa staðni í heiminum, og hvørjar avbjóðingar eru. Ein var um kræklingaaling í Norður Írlandi, har teir árliga dreggja 4000-5000 tons av kræklingi í einum annars vardum náttúruøki. Úr Main í USA varð greitt frá, hvussu teir royna at fáa alivirksemi at virka ímillum vanligan fiskiskap og skipaferðslu, og samstundist ikki órógva útsýni frá háhúsum, ið verða bygd fram við firðunum, og verða seld uppá útsýni út á sjógv. Estar royna at fáa náttúruvernd, havvindmyllur, aling og skipaferðslu at sampakka í nýggjari stórari ætlan í Pärniu-víkini. Alingin í landssynnings Asia økist í stórum, men nógvastaðni eru viðurskiftini illa skipað. Í einum fyrilestri varð víst á økir, har alibúrini lógu sera tætt, og hetta endurspeglaði seg í nógvari sjúku, ilttroti, og í meðal 70% deyðstíttleika. Hinvegin, um skil kundi fáast á hesi økini, er vantandi, at framleiðslan økist munandi. Hóast ymsar umstøður er altíð eitthvørt at læra frá hvørjum øðrum. Serliga frá teimum stóru londunum, sum vit eisini kenna sum okkara marknaðir, hoyrdist ofta hugtakið berievni. Her verður skilt  millum lívfrøðiligt, fíggarligt og sosialt berievni, har hvør í sínum lagi skal uppfylla givnar treytr fyri, at aling skal loyvast. Spurningur er nær, hesi heitini eisini verða tjakevni í Føroyum?