Fiskaaling í ICES-serfrøðingarbólki

Ein serfrøðingabólkur hjá ICES, sum Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling er limur í, hevði um mánaðarskifti mars-apríl í ár fund í Vigo í Spania. Fyri stuttum hevði ein sonevndur serfrøðingabólkur innan aling í ICES skipanini verkstovu í býnum Vigo í Spania. Uppgávan hjá bólkinum er at ráðgeva um burðardygga aling av bæði fiski og skeljadjórum, og vísa á økir, har vitan vantar. Fiskaaling er umboðað í bólkinum. Umboðini eru úr flestu av limalondunum í ICES. Ráðini frá bólkinum verða partvíst endurspeglað í framtíðar granskingarætlanum hjá fleiri av ICES londunum. Fyrsti fundurin í bólkinum var í Fraklandi í mai í fjør, og sóust fleiri orðingar frá hesum fundinum longu aftur í fyrsta partinum av útbjóðingini av granskingarætlanini Horizon2020 hjá EU nú í februar, greiðir Knud Simonsen frá. Bólkurin skal verða liðugur við endaligu frágreiðingina út á várið komandi ár. Umboð frá Fiskaaling vitjaði herfyri í Galicia landslutinum, sum er fremsta fiskivinnu og aliøki hjá spaniólum. Um okkara leiðir eru stóru fiskivinnubýirnir Vigo og La Coruna helst best kendir. Vitja var á víkini Ria de Aruso, sum er ein av stóru kræklinga alifirðunum, og á tveimum systurstovnum hjá Fiskaaling. Kræklingaalingin fer fram á flakum, sum í mesta lagi kunnu verða 500 fermetrar, við í mesta lagi einum 12m longum trossa undir hvørjum fermetri. Í landslutinum eru um 3300 slíkir flakar, og er framleiðslan um 250.000 tons árliga. Yvirhøvur er talan um smáar familjufyritøkur, sum reka 1-3 flakar hvør, men nakrar størri fyritøkur eru, sum hava upp til 20 flakar. Marknaðurin er alt Evropa. Í landslutinum ala teir eisini nakað av sílum (8000 tons), umframt somu nøgd av sea ream, tungu og "turbot” (hvasshvoysu), umframt at teir nú eisini gera royndir at ala upsa, høgguslokk og hummara. Teir hava roynt at alt laks, men góvust fyri 10 árum síðani orsakað av trupulleikum við sjúku.