Flokkur úr Hoydølum á vitjan

Hósdagin vórðu 17 næmingar úr flokkinum 11 øy úr Hoydølum saman við støddfrøðilærara teirra, Poul Laksafoss, á vitjan á Fiskaaling. Seinastu dagarnar hava tey á støddfrøðideildini í 11 øy arbeitt við útrokningar av sjóvarfallinum. Á Fiskaaling fingu tey at vita, hvussu verður arbeitt við at gera útrokningar av sjóvarfallinum út frá streym ella vatnstøðumátingum, og eisini hvussu teldusimuleringar av sjóvarfallinum verða framdar. Aftaná tann meira ástøðiliga partin, vórðu tey víst runt á framleiðslu partinum á støðini við Áir. Har fingu tey innlit í, hvussu rognini til føroysku alivinnuna, sum stendur fyri einum stórum parti av okkara útflutningi, verða framleidd. Eisini varð vitja á støðini við Nesvík, har nakrir bankatoskar enn svimja í kørunum, umframt nýggju fiskasløgini í alihøpi, multa og rogkelsi, sum vónir eru um skulu verða nýggju lívfrøðiligi hátturin at minka um stóru trupuleikunum við laksalús, ið alivinnan stríðist við. Og meðan tey vórðu har, so komu nakrar spannir av laksalús í øllum støddum inn á støðina, sum skulu brúkast í nýggjum royndum í bardaganum ímóti teimum. Vit á Fiskaaling takka 11 øy fyri vitjanina, og vóna at tey høvdu ein øðrvísi dag, sum ger at vit hitta nøkur av teimum aftur. Á myndini síggjast næmingarnir við stóra karið við toskinum í. Innsetta myndin er av rognkelsum.