Global GAP

Fiskaaling bleiv GlobalGAP góðkent tíðliga í 2012. Hesin standardurin skal endurnýggjast á hvørjum árið. Hin 19. og 20. desember í fjør høvdu vit vitjan av Karin van de Braak úr Hollandi. Hon er auditor og umboðar Det Norske Veritas. Hennara ørindi vóru at endurskoða okkara mannagongdir og umstøðir í samband við okkara framleiðslu av laksarognum og -yngli til okkara alivinnu. Hetta gekk væl og er okkara góðkenning nú endurnýggja.