Grein útgivin í Aquaculture

Tann 15. August 2012 útkom vísindagreinin: "Rapid growth of farmed cod in sea cages in the Faroe Islands” við úrslitum av gransking í vøkstri og kynsbúning av alitoski. Greinin tekur støði í úrslitum frá royndarframleiðslu av toskayngul hjá Fiskaaling í Nesvík, sum bleiv aldur til 4-kg tøkuvekt hjá Faroe Salmon í Árnafirði, árini 2006-2008. Rithøvundar eru: Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard, Øystein Patursson og Hannes Gislason. Meira um úrslitini og greinina fæst her