Góðsku- og tænastuleiðari settur

Heini Hátún er settur sum nýggjur góðsku- og tænastuleiðari á Fiskaaling. Heini er 41 ára gamal er útbúgvin MSc í ”Analysis Design and Management of Information Systems” frá London School of Economics í London. Harumframt hevur Heini tikið sína grundútbúgving, BSc "Honors í Business Studies frá University of Stirling í Skotlandi, har dentur varð lagdur á góðskuleiðslu. Heini hevur seinastu tíðina starvast á Hagstovuni við verkætlanini "Manntal” og skal hendan setast á skinnara áðrenn hann fer harfrá. Heini byrjar á Fiskaaling 1. oktobur og arbeiðir fyrstu tíðina í hálvari tíð.  Vit ynskja Heina at vera vælkomnan á Fiskaaling