Heimskend føroysk rognkelsi

Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, hevur á aliráðstevnuni ”Aquaculture Europe”, sum varð hildin í Edinburgh í september, hildið fyrilestur um persónligheit hjá rognkelsum. Fyrilesturin vakti áhuga, og viðtal við Ásu er at lesa á heimasíðuni ”The Fish Site”. Acuaculture Europe ráðstevnan vardi í fýra dagar, og viðgjørdi aling sum heild í Europa. Tað luttaka fleiri túsund fólk á slíkari ráðstevnu. Ikki bara europearar, uttan eisini fólk úr bæði Amerika og Australia, greiðir Ása frá. Fyrilesturin hjá Ásu varð flokkaður undir tann partin, sum snúði seg um reinsifisk. Greinin á The Fish Site kann lesast her http://www.thefishsite.com/fishnews/28227/aquacultureeurope2016-does-lumpfish-personality-affect-sea-lice-consumption/