Høgiklettur avlúsar í Vík

Marine Harvest avlúsar við feskum vatni í Vík. Høgiklettur er leigaður at brúka sum brunnbát. Vatnið kemur frá Eiðisverkinum hjá SEV. Á alibrúkinum hjá Marine Harvest í Vík gera teir eina roynd at avlúsa við feskum vatni. Til endamálið er uppsjóvarskipið Høgiklettur leigaður. Hann verður brúktur at flyta vatn frá Eiðisverkinum, sum liggur beint yvir av alibrúkinum.