Laksalúsaát hjá rognkelsum

Rognkelsi eru alsamt meira vanlig í føroysku alivinnuni, har tey verða nýtt til at týna lýs á laksinum. Fyri at kenna nyttuvirðið á rognkelsunum á einum alibrúki, verða magakanningar vanliga nýttar. Ein magakanning sigur tó einans, hvat rognkelsið hevur etið heilt nýliga, t.e. áðrenn sodningin hevur niðurbrotið lýsnar so mikið, at tær ikki longur kunnu eyðmerkjast. q-PCR er ein starvsstovumannagongd, ið m.a. kann nýtast til at staðfesta verur, sum ikki kunnu eyðmerkjast við berum eygum. Fiskaaling hevur í seinastuni arbeitt við at tillaga hesa mannagongdina,  soleiðis at hon eisini kann staðfesta laksalús í magum og/ella tarmum á rognkelsum. Harvið gerst tíðarvindeygað, ið ein magakanning umboðar, størri.     Tann 28. oktober vórðu 76 rognkelsi savnað inn úr fimm ymiskum ringum á alibrúkinum hjá Luna í Sørvági. Sjálvur magin varð kannaður fyri lús á staðnum, og tarmarnir vórðu kannaðir á starvsstovu (q-PCR). Úrslitið varð, at laksalýs vórðu funnar í seks magum og í 18 tarmum. Tilsamans høvdu 21 rognkelsi laksalýs í maganum og/ella í tarmunum. Trý av rognkelsunum høvdu bert lýs í maganum og ikki í tarmunum.   Sambært vanligu magakanninugunum høvdu sostatt umleið 9% av rognkelsunum  etið laksalýs, meðan uml. 26% høvdu etið laksalýs sambært q-PCR mannagongdini. Samantvinna vit hesar báðar háttirnar,síggja vit, at í miðal høvdu uml. 30% av rognkelsunum etið laksalýs. Sum sæst á myndini, var stórur munur á lutfallinum av laksalúsaetandi rognkelsum millum ringarnar, og kannað verður eftir, hví so er. q-PCR mannagongdin kann staðfesta, um rognkelsið hevur etið lýs ella ikki, men enn kann einki sigast um í hvørjum nøgdum. Tískil mugu vanligar eyðmerkingarmannagongdir framhaldandi nýtast til hetta endamál. Mynd 1. Lutfallið av rognkelsum, ið høvdu laksalús í maganum, í tarmunum (q-PCR), og í maganum og/ella tarmunum (magar + tarmar (q-PCR)) í ymsum ringunum í royndini.