Laksalýs finnast eisini niðarlaga í sjónum

KANNING: Í royndini at basa laksalýs eru fleiri hættir, sum verða royndir til tess at forða lýsnum í at koma í samband við alifiskin. Hesir taka í stóran mun støði í, at lúsin ferðast mest í ovastu fáu metrunum í sjónum. Kanningar í samstarvi millum Fiskaaling og tveir BS-lesandi á Fróðskaparsetrinum vísa hinvegin, at lúsin eisini finst rættiliga niðarlaga í sjónum.  Tann 20. desember vardu Nigro Bjarki Hermansen og og Oddmar við Korkusá BS-verkætlanina "Horisontal og vertikal spjaðing av laksalúsa (Lepeophtheirus salmonis) nauplium og smittandi kopepodittum” á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Teir hava gjørt royndir við at taka lýs á ymsum dýpum við eini pumpu, umframt at hava tikið royndir beint undir vatnskorpuni við glúpi, sum er vanligasta mannagongdin.  Royndirnar vístu, at pumpan var eitt væl egnað amboð til kanningar av lýs langt niðri í sjónum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at taka royndir við pumpu um summarið, tá nógvur gróður er í sjónum, sum tippir glúpin. Royndir vórðu gjørdar við vatnskorpuna og niðri á ávikavist 10 og 20 metra dýpi. Hesar vístu, at lýs vóru á øllum dýpum. Í royndini at basa lúsini eru fleiri hættir, sum royna at forða lýsnum í at koma í samband við alifiskin. Hesar royndir taka í stóran mun støði í, at lúsin er at finna í ovastu fáu metrunum í sjónum. Kanningarnar, sum teir báðir BS-lesandi hava gjørt í samstarvið við Fiskaaling vístu hinvegin, at lúsin var væl longur niðri í sjónum, enn higartil hildið. Verjan hjá Nigro Bjarka Hermansen og Oddmari við Korkusá gekk væl, og teir fingu próvtalið 12 fyri uppgávuna. Vegleiðarar vóru Eilif Gaard frá Havstovani, og Øystein Patursson og Gunnvør á Norði frá Fiskaaling. Próvdómari var Kirstin Eliasen frá Fiskaaling.  Stjórin á Fiskaaling vísir á, at felagið leggur stóran dent á arbeiðið at samstarva við BS-lesandi og harvið menna hesi.  - Umframt at vera ein íløga í framtíðina, gevur hetta okkum møguleika at fremja ymsar smærri verkætlanir, ið eru við til at økja um okkara vitanarstøði, sigur Jóhanna Lava Køtlum.