Lívfiskur verður fluttur

Talan er um umleið 900 laksar, sum fluttir verða norður til Áir. Fiskurin er fimm ára gamal, nú hann skal strúkast. Fiskurin gekk fyrsta árið við Áir, áðrenn hann varð fluttur til Skopunar, har hann hevur verið seinast fýra árini. Fiskurin er stórur. Eini 12 – 13 kg. Onkur nærkast tó eini vekt upp á umleið 20 kg. Flutt verður við tangabili, og umleið 90 fiskar eru við hvørja ferð. Teir verða koyrdir í kør í einum av bygningunum hjá Fiskaaling norðuri við Áir, har teir so ganga, til tíð er at strúka. Hetta verður væntandi seinni í september. Tað tekur einar tvær vikur at strúka. Rognini, sum fáast burtur úr hesum fiskinum, sum nú kemur úr Skopun, verða seld føroyskum alarum, men nakað verður tó klakt, og yngulið startfóðrað við Áir. Norðuri við Áir gongur í løtuni nakað av smolti, sum skal sendast til Skopunar at vaksa, tá gjørt er klárt í Skopun at taka ímóti smoltinum.