Lívrunnið tilfar kann vera til ampa fyri djóralív í firðum

UMHVØRVI: Gróðurin í sjónum er føðigrundarlagið fyri djóralívið í havinum, men inni á firðum kann ov nógvur gróður vera til ampa fyri djóralívið. Saman við øðrum granskarum hava tveir granskarar á Fiskaaling givið út vísindagrein, ið viðger úrslitini av eini Phd-verkætlan, sum staðfestir, hvat hendir við lívrunna tilfarinum, ið verður framleitt í gróðrinum í einum av okkara gáttarfirðum. Í hesum føri Kaldbaksfirði. Úrslitini av kanningunum vísa, at ein stórur partur av lívrunna tilfarinum frá gróðurinum søkkur niður á botn. Tilfarið verður tó ikki bara liggjandi, tí veður og vindur gera, at ein stórur partur verður lyftur upp aftur í sjógvin og endar síðani á djúpasta partinum av fjørðinum. Bakteriur á botni taka upp ilt úr sjónum fyri at niðurbróta lívrunnið tilfar. Tess meira av lívrunnum tilfari niðri á botni, tess størri gerst iltnýtlslan. Sostatt verður iltnýtslan hægri í tí djúpasta partinum á firðunum.   Serliga er hetta óheppið á gáttarfirðunum – eitt nú Kaldbaks-, Skála-, Kolla-, Sørvágs, Trongisvágs- og Vágsfirði – tí fleiri av gáttarfirðunum hava avlæst botnlag um summarið. Nýtslan av ilt á botni ger, at iltnøgdin í sjónum minkar og kann gerast so lág, at alt djóralív doyr, har slík viðurskifti gera seg galdandi. Hetta er ein av niðurstøðunum í vísindaligari grein hjá fýra granskarum, sum er útgivin í januar útgávuni av Journal of Marine Research.  Talan er granskararnar, Gunnvør á Norði og Knud Simonensen frá Fiskaaling, sum hava gjørt kanningina saman við Eilif Gaard, granskara og stjóra á Havstovuni, og Ronnie N. Glud, professara á Syddansk Universitetscenter, SDU. Kanningarnar, sum greinin byggir á, vórðu gjørdar í samband við PhD-verkætlanina, "Impact of organic enrichment on the microbial biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords”, sum endaði í 2011. PhD-verkætlanin er fíggjað av Statoil Faroes, Cheveron Føroyar, Geysir Petrolium og Granskingarráðnum.  Arbeiðið við at fáa sýnir til vega er gjørt í góðum samstarvi við P/F Týggjará, sum tá átti alibrúkið, ið lá á Kaldbaksfirði. Greini kann lesast á hesi slóðini: http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0924796316302858