Lúka 2: Hevur tú sæð rognkelsi eta lús, ið situr á einum laksi?

Í hesum videobroti síggja vit eitt rognkelsi, ið etur lús, sum situr á einum laksi. Videoupptøkan er frá eini granskingarverkætlan á Fiskaaling, ið kannaði atferð og persónligheit hjá rognkelsi. Seinastu árini hava rognkelsi verið brúkt á nærum øllum aliøkjum í Føroyum at halda lúsini niðri. Rognkelsi verða sett út í aliringar við tí endamáli at eta lús, sum setur seg á alilaksin. Hesin avlúsingarháttur er ein liður í arbeiðinum at halda lúsatalinum niðri.
Sum videobrotið vísir, eta rognkelsi lús av laksinum, og harvið kunnu tey minka um lúsatrupulleikan. Á Fiskaaling er ein granskingarverkætlan í gongd í løtuni, har m.a. hugt verður eftir trivnaði, vælferð og lúsaáti hjá rognkelsum.
© Fiskaaling 2012, upptikið hevur Ása Johannesen.
© Fiskaaling 2012, upptikið hevur Ása Johannesen.