Minni lús í aliringum við nettaki og luftventili

Ein norsk kanning vísir, at alifiskur, sum gongur í sonevndum "snorkelmerd”, hevur minni lús, men veksur seinni, enn fiskur í "vanligum ringum. Tað, norðmenn nevna "snorkelmerd”, er ein aliringur, sum teir hava lagt nettak í niðri á trimum til fimm metra dýpi. Hetta er djúpari, enn mesta lúsin vanliga er. Eitt rør verður sett niður ígjøgnum takið, soleiðis at fiskurin sleppur upp at fylla sundmagan. Kanningin, sum gjørd varð á sumri 2012, vísti, at nøgdin av lús á fiskinum í hesum ringunum minkaði munandi. Hinvegin vísti kanningin eisini, at fiskurin í hesum ringunum vaks munandi seinni, enn fiskur í "vanligum” ringum. T.v.s uttan tak. Granskararnir meta, uttan at kunna prógva tað, at talan helst er um, at fiskurin í ringunum við taki, fekk minni fóður, enn fiskurin í "opnu” ringunum. Hesa meting grunda teir á, at gróðurin í sjónum helst hevur gjørt nettakið so mikið tætt, at fóðrið ikki er sloppið niður ígjøgnum. Tað, at lúsin minkaði í royndarringunum, ger, at granskararnir hava gjørt av at halda fram við royndunum. Myndin er frá lusedata.no