Norðhavið eitur nú Andrias Reinert

Norðhavið hjá P/F Fiskaaling hevur skift navn, og eitur nú Andrias Reinert, sum í mong ár var stjóri í felagnum. Fiskaaling keypti í fjør útróðrarbátin Norðhavið frá einum fíggingarstovni. Báturin verður brúktur til ymsar uppgávur, sum Fiskalaing stendur fyri. Norðhavið loysti táverandi farið hjá Fiskaaling, Írland, av. Írland var ein væl minni glastrevjabátur, sum ikki var egnaður til allar uppgávur, Fiskaaling stendur fyri. Hildið varð, Norðhavið átti at fingið annað navn, ið stóð meira í samband við arbeiðsøkið hjá bátinum. Nú er so gjørt av at kalla Andrias Reinert, sum í mong ár var stjóri í P/F Fiskaaling, upp. Andrias Reinert er væl kendur í føroyskari alivinnu, eins og í maritimum umhvørvi annars. Hildið var tí, at tað hóskaði væl at nevna hetta farið hjá Fiskaaling eftir honum.