Nógv virksemi á Fiskaaling

GRANSKING: Fiskaaling hevur seinnu árini ment seg nógv á granskingar- og menningarøkinum og gjørt stórar íløgur í at menna granskingarførleikar og karmar at granska í. Virksemið hjá P/F Fiskaaling snýr seg í alt størri mun um gransking, menning og ráðgeving, umframt veiting av ymsum tænastum til alivinnuna. Eini 20 ymiskar verkætlanir eru í gongd á Fiskaaling í løtuni. Hesar spenna frá gransking í bakteriusamfeløgum á biofiltrunum á smoltstøðunum, til kanningar av, hvussu eitt nú aliútgerð stendur seg á harðbalnum aliøkjum. Fiskaaling hevur bygt upp ein dygdargóðan fakligan førleika, ið ger, at felagið kann gera ymsar fakliga grundaðar tænastur og konsulentuppgávur fyri føroysku alifyritøkurnar, eins og fyri aðrar áhugaðar aktørar, herundir myndugleikar. Felagið kann í dag bjóða fleiri tænastur til alivinnuna. Eitt nú steym- og aldumátingar, trolingar eftir lýs, lúsateljingar, rognkelsiskanningar, kanningar av AGD, molelylerbiologiskar kanningar, kanningar av biofiltrum og annað. Mest týðandi orsøkin til menningina og grundarlagið undir grundrakstrinum av granskingar- og menningarvirkseminum er játtanin, sum Fiskaaling fær á hvørjum ári fær úr landskassanum. Eisini søkir felagið stuðul og samfígging frá ymsum grunnum, skipanum og privatum feløgum til verkætlanir innan gransking og menning. Tann tænastan, sum fyllir mest hjá Fiskaaling, eru lúsateljingarnar. Tá kunngerðin um yvirvøku og tálming av lýs á alifiski varð broytt í 2016, øktist teljingartíttleikin og talið av taldum ringum munandi. Í dag er tað ein treyt, at 10 fiskar úr hvørjum einstøkum aliringi verða taldir fyri lýs minst aðruhvørja viku. Hetta merkir, at fólk frá Fiskaaling eru úti á hvørjum einstøkum aliringi minst 14. hvønn dag. Um nakar ynskir at vita nærri um virksemið hjá P/F Fiskaaling, kann viðkomandi ringja til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, tlf. 77 47 47.