Nýggj frágreiðing

Í februar og mars 2013 vórðu royndir gjørdar at menna mannagongdir fyri sýnistøku av pelagisku búningarstigunum av laksalús. Í løtuni verður bert talt hvussu nógv lús er á laksinum, meðan eingin kennir smittutrýst og spjaðing av laksalúsini í búningarstigunum áðrenn, hon setur seg á ein vert. Hendan verkætlanin hevði til endamáls at menna mannagongdir fyri, hvussu júst hetta kann mátast. Frágreiðingin kann heintast her