Nýggj góðskuverkætlan

"Góðska á føroyskum fóðri og alilaksi" er heiti á nýggjari verkætlan, sum Magnus Pauli Magnussen og Jonhard Eysturskarð standa fyri. Verkætlanin leggur dent á at skjalprógva ymisk heilsugóð evni í laksinum og at kannað virðini á ymiskum dálkingarevnum í sambandi við at ymisk hámarksvirði hjá EU verða broytt í næstum. Meira fæst at vita um verkætlanina her ella við at seta seg í samband við verkætlanarleiðararnar.