Nýggjur stjóri á Fiskaaling

Nevndin í Fiskaaling hevur gjørt av at seta Jóhonnu Lava Køtlum í starv sum stjóra á Fiskaaling. Jóhanna er 47 ár, er útbúgvin lívfrøðingur og master í umhvørvismeting. Jóhanna hevur drúgvar leiðsluroyndir m.a. sum stjóri á Umhvørvisstovuni og sum deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Harafturat hevur Jóhanna drúgvar royndir at arbeiða við alimálum, og fevna hesar m.a. um eftirlitsarbeiði, menning av umhvørviseftiransingarskipan, lóggávuarbeiði, samstarv við Havbúnaðarfelagið og alifeløg. Í løtuni starvast Jóhanna sum deildarleiðari í grønlendska fiskimálaráðnum. Jóhanna byrjar í starvinum tann 1. juni 2016.