Samstarv millum fróðskaparsetrið í Bremerhaven og Fiskaaling

Tvær lesandi úr Bremerhaven arbeiða í hesum døgum á Fiskaaling. Malin og Julia lesa biotøkni í Týsklandi, og fara komandi 3-4 mánaðarnar at taka lut í granskingini, sum fer fram á stovninum. Í fyrstu atløgu arbeiða tær við ensymun frá nýranum í laksi, sum kunnu ávirka góðskuna á flakinum. Vegleiðarar eru Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling, og Stefan Wittke, professari á fróðskaparsetrinum í Bremerhaven.