SMARTAlgae - Horizon 2020

Fiskaaling og felagið TARI samstarva um fleiri granskingarverkætlanir, ið hava til endamáls at menna taraaling í Føroyum. Samstarvið skapar, millum annað, eitt breiðari grundarlag fyri luttøku í altjóða granskingarverkætlanum, tí saman hava vit týdningarmiklar granskaraførleikar innan marina økið. Harvið kunnu vit bjóða okkum fram sum vinnuligan partnara, ið ofta kann vera ein fyrimunur, og onkuntíð eitt krav. Tíðliga í ár var Tari við í einum evropeiskum verkætlanarumsóknararbeiði, og verkætlanin SMARTAlgae (Sustainably produced marine integrated biorefinery products from algae) varð 12.02.2016 latin Horizon 2020 granskingarskránni hjá ES. SMARTAlgae netverkið er samansett av níggju evropeiskum partnaralondum, og leidd av Shannon Applied Biotechnology Centre, Limerick Institute of Technology í Írlandi. Endamálið við SMARTAlgae er at samantvinna framsóknar fyritøkur og leiðandi granskarar innan alguøkið í eina vinnugrundaða verkætlan. Ætlanin er at menna eina bioraffineringsskipan, ið á ein skynsaman og umhvørvisvinarligan hátt kann taka hávirðisúrdráttir úr algusløgum (tara og plantuæti). Avgerandi fyri skipanina er, at úrdráttirnir verða tiknir óskalaðir úr rávøruni, soleiðis at teir kunnu seljast sum hávirðisúrdráttir. Um til dømis lívvirkin evni verða tikin úr rávøruni, má framferðarhátturin vera so, at úrdrátturin eisini er lívvirkin. Okkara leiklutur í SMARTAlgae er at ala hágóðskutara til víðari virking. Verkætlanin ‘Frá spora til borðisk’, ið er í gongd við fígging úr Granskingarráðnum, er ein undangongu verkætlan, har vitanargrundarlagið fyri at skilja, hvussu umhvørvið  ávirkar vøkstur, úrtøku og góðsku av aldum tara verður ment. Vitanin úr ‘Frá spora til borðisk’ kann nýtast beinleiðis í SMARTAlgae til at ala hágóðskutara. Myndin vísir part av verkætlanini, sum er aling í Nólsoyarfirði, har ein trossi er lagdur út stutt frá alibrúkinum Gulanum.