Stuðul frá Granskingarráðnum

Svein-Ole Mikalsen á NVD hevur fingið játtan á kr. 664.800 frá Granksingarráðnum til verkætlanina "Heavy parallel sequencing of PCR amplicons" Í hesi verkætlanini verða hemoglobinilegurnar hjá toski av landgrunninum og føroyabanka kannað. Fiskurin er aldur á Sjódeplinum hjá Fiskaaling. Tað nýskapandi í verkætlanini er arbeiðshátturin. Hesin háttur at sekvensera nógvar ílegur í senn og soleiðis minkað um kostnað og arbeiðstíð per ílegu er ikki royndur í Føroyum áður. Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi á Fiskaaling, ein av luttakarunum í verkætlanini.