Stór ráðstevna í Skotlandi um reinsifisk

Tríggir føroyingar hildu fyrilestur á millumtjóða ráðstevnuni, International Cleaner Fish Summit, sum varð hildin í Glasgow í mai. Endamálið við ráðstevnuni var at seta ljós á framleiðslu og nýtslu av reinsifiski í alivinnuni. Ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni var, at á nógvum økjum er nýtslan av reinsifiski í alivinnuni enn á byrjunarstøði, og tørvur er tískil á, at feløg og stovnar samskifta og samstarva innan hetta økið. Eisini yvir landamørk.  Endamálið við reinsifiski er at sleppa undan trupulleikum við lús, og harvið gera tað óneyðugt at viðgerða laksin fyri lús. Reinfiskar eru fiskasløg, sum verða brúkt til at eta lús av laksi, og í Føroyum verða rognkelsir brúkt til hetta endamálið. Aðrastaðni verða eisini nýtt onnur sløg av reinsifiski, eitt nú sonevndir varrafiskar. Orsøkin til, at vit einans nýta rognkelsir í Føroyum er tann, at hesi liva í føroysku firðunum, meðan varrafiskar ikki finnast her. Umleið 200 fólk úr fimm londum í Norðuratlantshavi – Føroyar, Ísland, Noreg, Skotland og Írland – luttóku á ráðstevnuni. Eitt umboð frá hvørjum luttakaralandi lýstu støðuna við reinsifiski í teirra landi við fokus á framleiðslu og nýtslu av reinsifiski í alivinnuni. Hendan leiklutin fyri Føroyar hevði Kirstin Eliasen, samskipari og granskari á Fiskaaling. Hóast avbjóðingar eru á ymsum økjum, var felags niðurstøðan hjá teimum luttakandi londunum, at fellið av reinsifiskum enn er alt ov høgt, og tí er stórt rúm fyri betringum. Umframt Kirstin Eliasen úr Fiskaaling, hildu Peter Østergaard frá Aquamed og Esbern Patursson úr Luna fyrilestrar á ráðstevnuni. Væntandi verður ráðstevnan, sum var tann fyrsta av sínum slagi, eitt afturvendandi, árligt tiltak. Um nakar ynskir at vita meira um hetta, ber til at ringja til Kirstin Eliasen, tlf. 774703.