Væleydnað lúsaherferð

Ein av stóru avbjóðingunum í alivinnuni hevur verið lúsin, fiskurin hevur verið plágaður av. Nógv hevur verið gjørt, og nógvir pengar eru nýttir, til tess at minka um trupulleikan. Talan er um laksalús og seiðalús, ið eru vanligu sløgini, sum síggjast á alifiski. Hóast ásannað er, at tað neyvan er hugsandi heilt at sleppa undan, at fiskurin fær lús, verður framhaldandi gjørt stórt arbeiði fyri at halda pláguni niðri á so lágum støði, sum gjørligt. Ymsar royndir hava verið gjørdar, og hugflogið hevur sveimað víða. Frá at heingja posar við leyki í aliringarnar, til meira avancerað átøk, sum vit kenna í dag. Í vár og tíðliga í summar hevur ein felags avlúsingarherferð verið á føroysku alibrúkunum. Og úrslitið er ikki til at fara skeivur av. Tiltakið hevur virkað eftir ætlan. Sambært kunngerð er teljing av lús á alifiski áløgd alarunum. Fiskaaling hevur røkt hesa tænastu fyri alla vinnuna. Allar teljingar verða skrásettar, og tølini vísa eina heilt greiða minking í talinum av lús á taldu fiskunum eftir avlúsingarherferðina, í mun til tað, sum var, áðrenn felags átakið varð sett í verk.