Væleyðnað Jobmatch

Nógv vitjandi vóru til Jobmatch 2011, og tiltakið eyðnaðist sera væl. Fiskaaling hevði gott prát við nógv fólk, og gjøgnumgangandi vóru tey bilsin av at hoyra, hvussu stórt og breytt okkara virksemi er innan gransking og menning.  Hóast einki ítøkiligt starv er leyst at søkja í løtuni, hevur Fiskaaling ein lista við uppskotum til serritgerðir, ið lesandi kundu gera í samstarvi við okkum.  Listin er nú lagdur á heimasíðuna og kann síggjast her. Eisini eru lesandi altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum, um tey hava onnur hugskot til serritgerðir.