Vísindavøka 2023

Ein væleydnað Vísindavøka er farin aftur um bak. Vísindavøkan í ár var í Sjóvinnuhúsinum og Fiskaaling luttók við framløgum og bási.

Ein rúgva av gestum vitjaðu básin hjá Fiskaaling í Svalanum. Her vístu okkara starvsfólk teimum vitjandi ymiskar smáar livandi verur, sum eru at finna í sjógvi. 

Leinkja til framløguna hjá Kirstin Eliasen um sjósíl í Føroyum. 

Í síni framløgu í Kongshøll greiddi Tróndur Kragesteen frá royndum við einum lúsamodelli, ið er ment á Fiskaaling.

Kirstin Eliasen greiddi áhoyrarum frá kanningum av føroyskum sjósílum og um hví hendan gransking er umráðandi.

Francois Naudé, sum lesur støddfrøði á Stellenbosch University í Suðurafrika, luttók í snarrøðukappingini, har granskarar fingu 150 sekund til at greiða frá innihaldinum á einum granskingar-postara. Seinastu tvær vikurnar hevur hann verið á Fiskaaling og gjørt partikulmodeleringar í sambandi við sína masterverkætlan. Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, er vegleiðari. Endamálið við modelleringunum er at kanna hvussu skarn frá alilaksi søkkur. Hesum greiddi hann frá í síni framløgu.
Uppihaldið í Føroyum er ein liður í ES Horizon 2020 verkætlanini AquaVitae, sum Fiskaaling er partur av.  

 

Myndir frá básinum