Á fiskaheilsudeildini er trivnaðurin hjá fiskinum í fokus. Okkara arbeiði verður framt við regluligum tænastum og umbidnum granskingarverkætlanum av ymiskari stødd.
Fiskaheilsudeildin veitir tænasturnar:
- Lúsateljingar
- Rognkelsiskanningar
- Slaggreining av lús
- Táknukanningar
Virknar granskingarverkætlanir á deildini eru:
- Ferðaatburður hjá sjósílasmolti
- Trivnaður hjá sjósílum
- Útbreiðsla og sjúka hjá kúlulaksi
Fiskaheilsudeildin skipar somuleiðis fyri fyrilestrum, ráðgeving og undirvísing.