Lúsateljingar

Sambært lúsakunngerðini skulu øll alibrúk í Føroyum teljast í minasta lagi 14. hvønn dag. Sum óheft fyritøka samskipar og fremur Fiskaaling hesar teljingar. Tíggju laksar úr hvørjum ringi verða taldir hvørja ferð, og lýsnar verða flokkaðar eftir slagi og búningarstigi (sí mynd).

Almennu tølini fyri kynsbúnar laksalýs síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Í skjalinum niðanfyri ber til at síggja, hvussu eyðmerking av laksa- og seiðalús verður gjørd:

Eyðmerking av laksa- og seiðalús