Back: Erna Olsen, Jóhannus Kristmundsen. Front: Heðin Abrahamsen, Sissal V. Erenbjerg, Jógvan F. Hansen, Tróndur T. Johannesen

Fjarðaelvi

Málið hjá deildini fyri fjarðaelvi er betri at skilja umhvørvið og umstøðurnar í føroyskum firðum, sundum og í økjunum kring Føroyar.

Føroysku aliøkini eru fjølbroytt og hava ymiskar fyrimunir og avbjóðingar. Innarlaga á firðunum eru tey vard ímóti vindi og aldu, men kunnu hava ov lítla útskifting og ov nógva lús. Útiá er kanska minni av lús, men stóri munurin millum alivinnuna í Føroyum og grannalondum okkara er avmarkaða økið, vit hava at ala á. Føroysku aliøkini eru fá í tali, og stutt er ímillum tey. Í hesum sambandi verða framdar verkætlanir, har m.a. møguleikarnir fyri at fara longur út á hav at ala verða kannaðir. Granskað verður eisini í aldu- og streymviðurskiftum á og millum aliøkini.

Fjarðaelvi veitir tænastur á hesum økjunum:

  • Streymmáting frá báti
  • Streymmáting frá botni
  • Aldumáting frá botni
  • Aldumáting við boyu
  • Økisfrágreiðingar
  • Sjóvarfallsmátingar
  • Súrevniskanningar