Viðgerð av mátiúrslitunum

Matframleiðsla frá aling veksur skjótari enn nøkur onnur matframleiðsla, og í Føroyum umboðar laksaframleiðslan í dag nærum helvtina av útflutningsvirði landsins. Fyri at fylgja við framleiðslurákinum í heiminum, flyta føroyskir alarar seg frá vardum aliøkjum til harðbalin øki.

Til tess at skilja atburðin á aliútgerð og alifiskinum í harðbalnum økjum har, er neyðugt at tryggja fiskavælferð, og hvussu hetta í seinasta enda eisini merkir størri vinning. Mátiútgerð og -hættir, ið verða nýttir í dag, hava ilt við at geva eina neyva lýsing av alinótini og hvussu fiskurin stendur og verður fluttur, av tí at nótirnar eru stórar og broyta munandi skap í harðbalnum økjum.

Vanlig ekkolodd røkka lutfalsliga víða, samanborin við kamera, men megna hinvegin ikki at máta í ymiskar ættir samstundis. Fleirstrálað ekkolodd lata upp fyri møguleikanum at savna saman nógvar upplýsingar, sum tilsamans geva eina rúmliga mynd í nótini, meðan avbjóðingar eru við síðu-lobe órógvi, tá størri longdir verða mátaðar, so sum upp til vatnskorpuna. Hesin spurningurin verður í stóran mun loystur við at brúka fleirstrálað ekkolodd, sum virka í eini multistatiskari uppseting.

Endamálið við verkætlanini er at menna eina fleirstrálaða ekkoloddskipan og hættir at savna og veita upplýsingar um rúmið í alinótini, og hvussu hon broytist í mun til alifiskin, sum svimur í nótini. Hesir hættirnir kunnu gagnnýtast til at fáa betri fatan fyri atferðini hjá aliútgerð og alifiskinum í alinótini.

 

Kontaktpersónur: Jóhannus Kristmundsson