VN 182 Andrias Reinert

VN 182 Andrias Reinert

Granskingarfarið hjá Fiskaaling, Andrias Reinert, verður brúkt til kanningar- og granskingararbeiði av ymiskum slagi. Nógvar verkætlanir, sum granskarar á Fiskaaling eru knýttir at, skulu brúka dátur og kanningar, sum verða gjørd á sjónum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Andrias Reinert eru: lúsatrolingar, planktonkanningar, botnkanningar, hydrografiskar kanningar og streymmátingar. Báturin verður eisini brúktur at seta mátiútgerð út og taka útgerðina inn aftur. Møguleiki er at máta og skráseta streymferð í mun til botnin, meðan báturin siglir. Harafturat hevur Fiskaaling ávísar uppgávur at gera dýpdarmátingar í økjum, har mátingar ikki eru tøkar, soleiðis at neyvari botnkort kunnu gerast.

Fiskaaling keypti Andrias Reinert í 2016. Granskingarfarið er navngivið eftir Andrias Reinert, sála (1934-2019), sum var stjóri á Fiskaaling 1974-1995.

Tekniskar upplýsingar

  • Kallimerki OW 2057
  • Havnanummar VN 182
  • TN 851 Norðhavið, Tórshavn.
  • MMSI: 231 406 000
  • Heimstaður: Hvalvík
  • Bygdur: Sydvest Stålbåtar, Svøríki í 1986.
  • Dimensiónir
    • 11,4 BT
    • 3,4 NT
    • LOA: 13,0 m
    • Breidd: 3,9 m
    • Dýpd: 1,6 m
  • Maskina: Caterpillar (1986), typa 3208
    • 225 kW/302 hk
  • Onnur útgerð:
  • Palfinger PK4501 krani (2020)
  • Capstan 1000 kg
  • Línuspæl
  • Alla vanliga nautiska útgerð

 CTD-kanning

 

Kontaktpersónur: Jógvan F. Hansen