P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Endamál felagsins er, smb. Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009:
- at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni
- at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og
- annað starv í hesum sambandi.
Visjónin er: VITAN TIL VARANDI ALING
Tí arbeiðir Fiskaaling við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Hetta arbeiði skal koma alivinnuni – og harvið eisini føroyska búskapinum sum heild til góðar.
Sum óheft fyritøka skal Fiskaaling veita tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í alivirkseminum. Tann vitanin, sum Fiskaaling uppbyggir, er eisini við til at vísa fyri umheiminum, at føroyskar fyritøkur virka eftir altjóða krøvum innan fyri røkt, framleiðslu, umhvørvi og burðardygd.
Granskingararbeiðið á Fiskaaling hevur sostatt til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.
Fiskaaling hevur trý aliloyvi, ið eru knýtt at framleiðslueindunum hjá Fiskaaling í ávikavist Skopun, við Áir og í Nesvík.