P/F Fiskaaling varð stovnað í 1970, og Føroya landsstýri eigur allan partapeningin.
Upprunaliga uppgávan hjá Fiskaaling var at standa fyri kynbótaarbeiði við laksi og sílum, og at arbeiða við at menna kalva, tosk og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna.
Endamálini tá vóru:
- at gera vísindaligar royndir í sambandi við aling av fiski og skeljadjórum
- at bøta um føroyska alitilfarið
- at reka vinnuligt virksemi innan aling av fiski og skeljadýrum
Í 2009 varð endamálsorðingin fyri Fiskaaling broytt og gransking bleiv ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling. Endamálini vórðu broytt til:
- at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni
- at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og
- annað starv í hesum sambandi
Týdningarmikil árstøl í føroyskari alisøgu:
- 1966-1967 Sílarogn verða innflutt úr Danmark
- 1970 P/F Fiskaaling verður stovnað
- 1973 Føroya Landsstýri yvirtekur P/F Fiskaaling
- 1978-1984 Laksarogn verða innflutt úr Noreg
- 1984 P/F Fiskaaling gevst at innflyta rogn vegna IPN í Noreg
- 1991 P/F Fiskaaling fer í holt við kynbótaarbeiði við 150 familjum. Úrvalt verður fyri vøkstri og móti tíðliga kynsbúning
- 1992 Sjúkumótstøðuføri verður tikið við í úrvalið
- 1995 Flakalitur verður tikin við í úrvalið
- 1997 Flakafiti verður tikin við í úrvalið
- 1999 Talið av familjum verður økt úr 150 til 400 familjur
- 2001-2005 Royndir við aling av kalva
- 2001 Innflutningurin av rognum verður uppafturtikin
- 2006 Royndir við aling við toski
- 2009 Nýggj endamálsorðing fyri Fiskaaling.
- 2009 Nýggjar viðtøkur fyri Fiskaaling. Gransking, menning og ráðgeving verður týðandi partur av virkseminum
- 2010 Samstarv við SalmoBreed
- 2016 Rognaframleiðslan varð niðurløgd. Kjarnuuppgávan hjá Fiskaaling verður gransking, menning, ráðgeving og tænastur
- 2016 Føroyska laksastamman verður varðveitt og kynbótaarbeiðið verður uppafturtikið
- 2017 Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av føroysku laksastammuni og lívfiskaarbeiðinum
Andrias Reinert skrivar her um føroyska aling og fyrstu árini hjá Fiskaaling fram til nítiárini.