Vitan til Varandi Aling 2021 er ein ráðstevna, har endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna.
Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Ráðstevnan varð stroymað á netinum, orsakað av aktuellu koronustøðuni.
Skráin varð skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma. Blokkarnir eru: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og Fiskavælferð. Sí skránna her.
Luttøka var almenn og ókeypis.