Jógvan Vang umborð á Jákup Sverra

13 ára gamli Jógvan vann lutakastið

Fríggjadagin 8. desember var árliga lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Vinnarin gjørdist 13 ára gamli Jógvan Vang úr Kaldbak, ið hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu. Hann hevur longu tikið støðu til hvat vinningurin skal brúkast til. Ætlanin er at keypa ein Playstation 5, sílatráðu og oljuklæðir.

Roðsla kann geva okkum nógva kunning um síl, eitt nú um aldur og hvar sílið hevur hildið til. Í vinnandi brævbjálvanum var roðsla av síli, ið var 39 cm til longdar og vigaði 500 gr. Tað hevði livað tveir vetrar í ánni og tveir á sjónum. Eftir eitt ár í ánni var sílið áleið 8,7 cm og aftaná tvey ár 16,4 cm. Sílið var tvey ár tá tað fór á sjógv, og aftaná fyrsta árið á sjónum var tað 31,9 cm. Tá tað varð fangað tíðliga um várið, eftir annan veturin á sjónum, var tað 39 cm.

 

Síðani 1. desembur 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í árliga lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling stendur fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

 

Nýggj kapping í 2024

Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2024. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn sílaroðslu í bjálvum á sama hátt sum higartil. Lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur verður  í desembur 2024.

Les meira um sjósílaverkætlanina.


Jógvan Vang umborð á Jákup Sverra. 


Ein fegin vinnari.