Aliráðstevnan sett

Aliráðstevnan 2014 varð sett á Hotel Føroyum fyrrapartin. Løgmaður setti stevnuna Umleið 300 fólk frá alivinnuni og vinnum, sum hava tilknýti til alivinnuna, luttaka aliráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum í dag. Kaj Leo Johannesen, løgmaður setti stevnuna. Hann legði í setanarrøðu síni dent á tann stóra týdningin, alivinnan hevur fyri landbúskapin, og vísti á, at alivinnan er tann vinnubólkurin, sum stendur fyri tí hægsta útflutningsvirðinum fyri ein einstakan vinnubólk. Løgmaður staðfesti út frá egnum upplivingum, at føroyska alivinnan hevur gott orð á sær uttanlands, og rósti teimum, sum reka vinnuna fyri gott avrik.