Alitíðindi komin

Havalda hevur bæði beinleiðis og óbeinleiðis jalig árin á aliøki, staðfestir Gunnvør á Norði, granskari, í Alitíðindum, sum koma út fríggjadagin Í Alitíðindum hesaferð hevur Gunvør á Norði grein um týdningin, havaldan hevur fyri, hvussu fóður og skarn síggjast aftur á botni undir alibrúkum. Regin Arge, granskari, skrivar um royndir við yngulframleiðslu av rognkelsi. Hóast nakað kom undan, er enn ikki komið á mál, og fleiri royndir mugu gerast við eitt nú startfóðring og sóttreinsing av rognum, er niðurstøðan hjá granskaranum. Fiskaaling hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð nýtt fryst laksasil í síni framleiðslu. Silið er innflutt úr Noreg, og er nýtt at gita føroysk rogn við. Eisini eru hagtøl, sum vísa, hvussu nógv smolt vigar, tá tað fer á sjógv í dag, í mun til vektina frá 2005 og frameftir. At smoltið nú er størri, tá tað fer á sjógv, ger eisini, at fiskurin er styttri tíð í sjónum, áðrenn hann verður tikin. Sum vanligt í alitíðindi eru á baksíðuni framleiðsluhagtøl, grundað á framleiðslu tøl frá teimum fýra alifeløgunum í Føroyum. Fyrsta eintak av Alitíðindi 2014 kemur út á Aliráðstevnuni, sum verður hildin fríggjadagin 21. februar. Alitíðindi nr. 14 kann lesast her.